Í sambandi við okkara nýggju heildarútgávu STEV, spæla vit nakrar konsertir
Terji Krossteig: Sang & Gittar
Dennis Agerblad: Sang & KaosPad
Kristin Nolsøe Bech: Bass
Heðin Ziska: Gittar & Ljóð
english:
Sixteen years have passed since maður:glotti released Land. Now comes the fourth release, STEV, with ten new songs – this time released as a vinyl record and on streaming platforms.
The music is once again electronic, blended with electric and acoustic guitar. On some tracks, Dennis Agerblad sings; on others, Terji Krossteig – and on nearly all the songs, the two sing together with their distinctive harmonies.
This time, there are also three guest musicians: Mikael Blak on double bass, and Niels Arge Galán and Sissal Kampmann on vocals.

Spotify
Deezer
Apple Music
Amazon Music
YouTube
YouyTube Music
Soundcloud
Bandcamp
Tidal
tracklist:
1. Eg sigi ja
2. Tú spurdi meg
3. Tango
4. Av nýggjum
5. Spæl títt spæl
6. Sløgini
7. Okkurt manglar
8. Huldumenn
9. Kroppur tín
10. Ein skuggi av mær
Sekstan ár eru liðin síðan vit góvu út fløguna, Land. Nú kemur fjórða útgávan, STEV, við tíggju nýggjum løgum – hesa ferð útgivin á vinylplátu. Tær tríggjar fyrru komu út á fløgu.
Tónleikurin er aftur elektroniskur, blandaður við el- og akustiskum gittarum. Á nøkrum løgum syngur Dennis Agerblad, á øðrum syngur Terji Krossteig – og á nærum øllum sangunum syngja vit báðir saman við okkara eyðkendu harmonium.
Hesa ferð eru eisini tríggir gestatónleikarar við: Mikael Blak á kontrabassi, Niels Arge Galán og Sissal Kampmann við sangi.
Maður:glotti hava funnið stevið aftur eftir 16 ár
"Stev" kallast nýggja plátan hjá føroyska kultbólkinum maður:glotti, ið hevur havt útgávusteðg í 16 ár. Terji Krossteig og Dannis Agerblad eru gestir í Leitisstein LIVE kl. 13.
28-11-2025
"Kjallaramenning" og "Tveir vinmenn hugna sær" siga ummælarar Páll Oddur Rubbeksen og Ári Rouch um plátuna "Stev" við maður:glotti. Eyðfinn Jensen er vertur.
18-12-2025
Spotify
Deezer
Apple Music
Amazon Music
YouTube
YouyTube Music
Soundcloud
Bandcamp
Tidal
15. januar 2025 góðu vit út staklagi, Eg sigi ja. Sangurin snýr seg um dirvið at velja sína egnu leið í einum umhvørvi, har ikki altíð er pláss fyri teimum, ið skera seg burturúr. Hann lýsir eisini, hvussu tað var at vera øðrvísi síðst í 1980’unum, tá vit vóru ungir, og umstøðurnar í Føroyum vóru heilt øðrvísi enn í dag.
Nýggja staklagið 'Eg sigi ja' er ein heiður til individualitetin og dirvið at taka síni egnu val í einum samfelagi, ið ofta kann vera snævurskygt og avmarkandi.
Tú spurdi meg lýsir, hvussu minnini um heimlandið við tíðini gerast so idealiseraði, at tey næstan kennast fremmand – sum um heim er vorðið ein dreymur, eitt stað, vit ongantíð heilt kunnu venda aftur til. Ein kensla av heimloysi, tí Føroyar er okkara rætta heim, men samstundis er tað langt burtur, bæði kroppsliga og kensluliga:
"Út yvir fjørðin og ger okkum heimleysar eins og bløðini, ið flúgva runt í kring."
Sangurin er bygdur á ein basrundgang við einum bleytum gittara, elektroniskum tónum og rútmun og sum ein streymur av minnum glíður ljóðmyndin aftur og fram millum tað elektroniska og analoga, meðan vit syngja um heimlongsul – eina kenslu, vit kenna væl eftir mong ár sum útisetar.
200 sangarin, Niels Arge Galán er gestasangari á nýggja staklagnum, Tango. Hann og Dennis Agerblad syngja um, hvussu tað kann vera trupult at hittast, tá tú og viðkomandi, tú hittur, hava ymsiskar háttir at skilja lívið og tilveruna uppá.
Í sjónbandlagnum hittast 3D animatión og teknifilmur í tríatiárastíli – ein løgin dansur millum tað siðbundna og tað óvanliga.
Av nýggjum er ein sangur um persónliga menning. Um at sleppa tí gamla, rudda upp og byrja umaftur.
Sjónbandalagið er ein livandi ferð við dansi og blómum í fullum blóma.
Tango, ein merkiligur sangur, men kortini við somu brigdum og hugburði, ið hevur merkt allar útgávur hjá tónleikabólkinum síðan teirra fyrstu útgávu í 1997.



Vit, Terji Krossteig og Dennis Agerblad, eru maður:glotti. Vit hava givið út tríggjar fløgur: Sum (1997), Nakin (1999) og Land (2008). Vit blanda singer-songwriter-stílin við elektroniskum tónum, og hóast vit báðir búgva í Danmark, bera vit eina stóra kærleika til okkara heimland. Við okkara bólki royna vit at varðveita okkara røtur.
We, Terji Krossteig and Dennis Agerblad, are maður:glotti. We have released three albums: Sum (1997), Nakin (1999), and Land (2008). We blend the singer-songwriter style with electronic tones, and although we both live in Denmark, we carry a deep love for our homeland. Through our band, we strive to preserve our roots.